

Norðurlandaráðið fyrstu tingsetu í Føroyum í morgin
08.04.2024Í dag og í morgin hevur Norðurlandaráðið sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon verður hildin í Føroyum. Millum uppskotini, ið verða viðgjørd í Præsidiet tann 8. apríl, er uppskotið frá Erlingi Eidesgaard og Johan Dahl. Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at øll átta londini í Norðurlondum fáa fast pláss í formansskapinum. Upprunaliga vóru tað formaðurin og næstformaðurin í donsku sendinevndini, ið ynsktu hesa broyting. Málið fall kortini undir viðgerðini í donsku sendinevndini. Tí hava føroysku norðurlandaráðslimirnir nú sjálvir sent inn uppskot um at broyta fundarskipanina hjá Norðurlandaráðnum soleiðis, at øll átta lond fáa sess í formansskapinum. Hetta fer at tryggja eitt meira javnbjóðis arbeiði í tí norðurlendska arbeiðinum, halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl.
