Norðurmót í Reinsarínum mándagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Triðja árið á rað skipar Norrøna felagið fyri Norðurmóti. Tiltakið verður hildið í Reinsarínum í Havn , mánadagin klokkan 15.00 til 18.00. Øll, sum eru virkin í norðurlendskum samstarvi og limir í Norrøna felagnum, eru boðin við.

Tiltakið gevur luttakarum kunning um, hvat gongur fyri seg í Norðurlandaráðnum, Ráðharraráðnum, Ungdómsins norðurlandaráð og Útnorðurráðnum. Fleiri lyklapersónar í norðurlendska samstarvinum fara at greiða frá úrslitum frá 2024 og málum fyri 2025.

Millum røðararnar eru Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri, og Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri. Umframt hetta verður ein samrøða millum Høgna Hoydal og samfelagsfrøðing Rógva Olavson um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum og týdningin fyri Føroyar.


Skrá  

15.00

Vælkomin
– Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagið

15.10

Samstarvið í Norðurlandaráðnum:
– Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum
– Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
– Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum

16.00

Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð
– Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium

16.15

Samstarvið í Útnorðurráðnum
– Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini

16.30

Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
– Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri
– Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur

17.00

Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum
– Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri
– Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)

17.30

Nýtt fra sektorunum
– Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar: «Identity matching»
– Tróndur Leivsson, FO eru limir í Nordisk Genbank
– Annika Sølvará, FO eru limir í Nordforsk
– Jørgen Meitilberg, Málkunngerðin frá 2024
– Halla Nolsøe Poulsen, Nýtt og gott frá NORA
– Ásmundur Guðjónsson, Norrøna felagið í 2025