Noreg var á veg móti enn einum ósigri í einum sera skuffandi HM-endaspæli. Í hálvleikinum var 13-10 til Spania og einaferð í seinna hálvleiki var Spania framman fyri við fimm málum.
Men so vaknaðu norsku hondbóltsmenninir og Unity-høllin vaknaði eisini. Við kvika spælskiparanum, Tobias Grøndahl, á odda, át Noreg seg inn í dystin aftur, og Noreg kom eisini fram um, áðrenn komið var ein í avgerandi minuttirnar.
Noreg hevði møguleikan at avgera dystin í sínum seinasta álopi, men strikuleikarin skeyt niður í gólvi og upp um. Tíbetur fyri norðmenn eydnaðist ikki Spania at spæla seg gjøgnum norsku verjuna seinastu 40 sekundini. Allarseinastu sekundini vóru rokmikil, og dómararnir hugdu í skremin, áðrenn teir dømdu fríkast til Spania, og tað var kastað í norska múrin. Og so endaði dysturin 25-24 til Noreg.
Mitt í gleðini í Unity-høllini stúra norðmenn fyri, hvussu alvorligur skaðin, sum Sander Sagosen fekk burtur úr ongum í seinasta álopi, er. Hann setti seg bara niður, tá ið hann loftaði bóltinum, helt seg aftanfyri knæið og fór av vøllinum við nógvari pínu.
Við sigrinum hevur Noreg framvegis møguleika at koma víðari í fjórðingsfinalurna, um úrslitini laga seg til teirra fyrimuns. Noreg skal spæla móti Kili fríggjadagin og Svøríki sunnudagin.
Ísland vann aftur
Ísland vann eisini ein frálíkan sigur móti Egyptalandi . Dysturin endaði við einum sigri til Ísland, 27-24.
Viggo Kristjansson skoraði níggju mál og Viktor Hallgrimsson hevði fleiri góðar bjargingar.
Ísland førdi 13-9 í hálvleikinum og helt fast restina av dystinum, hóast Egyptaland onkuntíð nærkaðist.
Hetta er fyrsti ósigur hjá Egyptalandi í hesum kappingini, meðan Ísland framvegis er ósigrað. Ísland spælir móti Kroatia fríggjadagin og Argentina sunnudagin.
Svøríki javnleik í málríkum dysti
Svøríki leikti javnt móti Portugal. Liðini vóru jøvn allan dystin, og leiðslan skifti fleiri ferðir, áðrenn dysturin endaði 37-37.
Andreas Palicka hevði nakrar framúr bjargingar fyri Svøríki, meðan Albin Lagergren skoraði sjey mál.
Svøríki hevur framvegis góðan møguleika at spæla seg viðari. Svøríki spælir móti Brasil fríggjadagin og Noreg sunnudagin.
Úrslitini í dagsins dystum
Mikudagur 22. januar
HM millumumfar Bólkur 2
- Kuba-Barain 26-39
- USA-Japan 27-25
HM millumumfar Bólkur 3
- Brasil-Kili 28-24
- Svøríki-Portugal 37-37
- Noreg-Spania 25-24
HM millumumfar Bólkur 4
- Slovenia-Argentina 34-23
- Kapo Verdi-Kroatia 24-44
- Egyptaland-Ísland 24-27
HM millumumfar bólkur 1
D | V | J | T | F | M | +/- | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Danmark | 3 | 3 | 0 | 0 | 111 | 71 | +40 | 6 |
2 | Týskland | 3 | 2 | 0 | 1 | 90 | 91 | -1 | 4 |
3 | Italia | 3 | 2 | 0 | 1 | 77 | 82 | -5 | 4 |
4 | Sveis | 3 | 1 | 1 | 1 | 83 | 74 | +9 | 3 |
5 | Kekkia | 3 | 0 | 1 | 2 | 57 | 71 | -14 | 1 |
6 | Tunesia | 3 | 0 | 0 | 3 | 72 | 101 | -29 | 0 |
HM millumumfar bólkur 2
D | V | J | T | F | M | +/- | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Frakland | 3 | 3 | 0 | 0 | 109 | 76 | +33 | 6 |
2 | Holland | 3 | 2 | 0 | 1 | 107 | 105 | +2 | 4 |
3 | Ungarn | 3 | 1 | 1 | 1 | 93 | 96 | -3 | 3 |
4 | Eysturríki | 3 | 1 | 1 | 1 | 84 | 90 | -6 | 3 |
5 | Norðurmakedonia | 3 | 0 | 2 | 1 | 88 | 93 | -5 | 2 |
6 | Katar | 3 | 0 | 0 | 3 | 82 | 103 | -21 | 0 |
HM millumumfar bólkur 3
D | V | J | T | F | M | +/- | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Portugal | 3 | 2 | 1 | 0 | 98 | 91 | +7 | 5 |
2 | Svøríki | 3 | 1 | 2 | 0 | 108 | 96 | +12 | 4 |
3 | Brasil | 3 | 2 | 0 | 1 | 83 | 80 | +3 | 4 |
4 | Spania | 3 | 1 | 1 | 1 | 84 | 76 | +8 | 3 |
5 | Noreg | 3 | 1 | 0 | 2 | 79 | 84 | -5 | 2 |
6 | Kili | 3 | 0 | 0 | 3 | 76 | 101 | -25 | 0 |
HM millumumfar bólkur 4
D | V | J | T | F | M | +/- | Stig | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Kroatia | 3 | 2 | 0 | 1 | 101 | 70 | +31 | 4 |
2 | Slovenia | 3 | 2 | 0 | 1 | 88 | 70 | +18 | 4 |
3 | Egyptaland | 3 | 2 | 0 | 1 | 91 | 76 | +15 | 4 |
4 | Ísland | 3 | 3 | 0 | 0 | 84 | 63 | +21 | 6 |
5 | Argentina | 3 | 0 | 0 | 3 | 66 | 106 | -40 | 0 |
6 | Kapo Verdi | 3 | 0 | 0 | 3 | 69 | 114 | -45 | 0 |