Norðurlendsku vertirnir Noreg fingu eina sera skuffandi byrjan upp á HM-endaspælið, tá ið teir taptu 29-26 móti Brasil.
Noreg byrjaði dystin væl, men Brasil vendi dystinum í seinna hálvleiki, og tann góði byrjanin varð skjótt til eina marru. Fyrsti dystur í HM endaði harvið við einum óvanliga pínligum norskum tapi móti Brasil. Ósigurin kann fáa avgerandi avleiðingar fyri teirra veg í fjórðingsfinaluna.
Nú er stórt trýst á norska liðnum, ið nú má vinna móti USA og Portugal fyri at koma víðari í millumbólkin.
Sjey aðrir dystir vóru í HM-endaspælinum í dag.
Portugal byrjaði kappingina við sigri 30-21 móti USA. Hetta hóast dopingmálið móti Miguel Martins varð almannakunngjørt stutt áðrenn dystin.
Olympisku silvurvinnarnir Týskland vunnu móti Póllandi 35-28 eftir ein góðan annan hálvleik. Týska liðið hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki, men fekk skjótt tamarhald í seinna hálvleiki.
Kekkia og Sveis spældu ein sera málfátakan 17-17 javnleik.
Egyptaland vann lættliga móti Argentina 39-25. Argentina fekk trý reyð kort í dystinum.
Niðurlond vunnu væl móti Guinea, sum spælir sítt fyrsta HM-endaspæli. Dysturin endaði við 40-23.
Ein spennandi dystur var millum Ungarn og Norðurmakedonia, sum vann móti Føroym í avgerandi dystunum at spæla seg til HM. Dysturin endaði í javnleiki við 27-27.
Kroatia, sum er ein av vertunum, byrjaði væl við at vinna 36-22 móti Barain.
Úrslit og hagtøl í dagsins dystum:
Kekkia – Sveis 17-17 (7-8)
- Kekkia: Mrkva (12 bjargingar), Hrdlicka; Hrstka 2/1, Skopar 3, Piroch 1, Sterba, Kasparek 2, Reichl, Babak, Havran 1, Solak 2, Morkovsky 5, Blaha, Zeman, Reznicky, Blecha 1
- Sveis: Portner (14 bjargingar), Scheidiger; Meister, Rubin 8, Attenhofer, Aellen 2, Röthlisberger, Küttel, Maros 1, Steenaerts, Laube 1, Sigrist 1, S. Zehnder 2/2, Willecke, Leopold, Ben Romdhane 2
Niðurlond – Guinea 40-23 (21-8)
- Niðurlond: Ravensbergen (8 bjargingar), Dorgelo (9 bjargingar); Stavast 5, ten Velde 9/1, Schoenaker, Kooij 2, Geenen 3, Versteijnen 3, Kleijkers 4, Steins 1, J. Smits, Smit 3, K. Smits 3, Nagtegaal 3, Van der Ban, Baijens 4
- Guinea: Jabeanjo, Pierre (11 bjargingar); Sissoko 2, Baradji, Sidibe 1, Pasquet 4, Corcher 2, Diallo 1, Doisel 2, Sawadoo, Toure, Pitre, Sylla, Eponouh 5, Magassa 2, Lebon 4/1
Portugal – USA 30-21 (15-10)
- Portugal: Marques (10/1 bjargingar), Capdeville (2 bjargingar); Portela 7/5, Iturriza Alavarez 4, Silva, Fernandes, Branquinho, Areia 4, F. Costa 3, Salvador 1, Gomes 2, M. Costa 7, Oliveria, Frade 2, Brandao, Magahaes
- USA: Otterström, Merkovsyzky (10 bjargingar); Corning 4, Edwards, Stromberg 2, Chan Blanco 2/1, Skorupa, Hines, Fofana 3, I. Hüter 2, Hansen, Donlin 1, Campos Menedez, P. Hüter 1, Hoddersen 6/5, Srsen
Egyptaland – Argentina 39-25 (21-11)
- Egyptaland: Hendawy, Aly (10 bjargingar); Omar 3, Abdou 3, Hesham 3, Khairi 4, Masoud 3, Elmasry, Elderaa 1/1, Yousri 4/1, Ramadan 1, Abdelwhaed 2, Nafea 2, Adel 2, Zein 5/3, Sanad 6/1
- Argentina: Maciel (8 bjargingar), Giovanola; Barcelo 2, Garcia, Bono 4, Gull 2, Canete 1, Benacedo, Moscariello 7, Fischer, Martinez Cami Garcia, Martinez 3/1, Jung 1, Cangiani 1/1, Minguez 1, Saco 1, Aizen 2
Týskland – Pólland 35-28 (15-14)
- Týskland: Späth (3 bjargingar), Wolff (10/3 bjargingar); Uscins 10, Golla 6, Witzke 5, Knorr 5, Mertens 3, Köster 2, Lichtlein 1, Zerbe 1, Fischer 1, Grgic 1, Dahmke, Stutzke, Steinert, Kastening
- Pólland: Jastrzebski (1 bjargingar), Morawski (12 bjargingar); Pietrasik 7, Syprzak 6/1, Jedraszczyk 4, Olejniczak 2, Moryto 2/1, Czaplinski 2, Wojdan 2, Czuwara 1, Marciniak 1, Gebala 1, Przytula, Paterek, Adamski, Rogulski
Noreg – Brasil 26-29 (14-12)
- Noreg: Bergerud (9/1 bjargingar), Kristensen (2 bjargingar); Aga, Sagosen 3, Barthold 3, Överby 1, Matic, Tönnesen 3, Björnsen 3, Gröndahl 6/4, O’Sullivan, Lien, Solstad 1, Pedersen, Lyse 1, Röd 5
- Brasil: da Rosa (11/2 bjargingar), Martins Nascimento (4/2 bjargingar); Matos Santos 1, Petrus, Monte 6, MA da Silva, Langaro 8, Carvalho 3, DA da Silva 2, Hackbarth 3/3, Oliveira 1, Freitas, Borges 1, Filho, Rodrigues 4, Dupoux
Ungarn – Norður Makedonia 27-27 (14-14)
- Ungarn: Mikler, Palasics (10/2 bjargingar); Sipos, Boka 1, Z. Krakovszki 1, Ligetvari 1, B. Krakovszki, Fazekas 2, Banhidi 1, Szita 2, Bodo 5, Ilic 6, Rosta, Lekai 4, Onodi-Janoskuti 1, Imre 3
- Norður Makedonia: Mitrevski (13 bjargingar), Kizikj; Velkovski 3, Gjorgiev, Mitev 3, Markoski 1, Kuzmanovski 10, Kosteski 1, Peshevski 2, Jagurinovski 2, Lazarevski 1, Djonov 1, Stojkovikj, Pe. Atanasijevikj 1, Serafimov 2, Pa. Atanasijevikj
Kroatia – Bahrain 36-22 (17-9)
- Kroatia: Kuzmanovic (12/2 bjargingar), Pesic (2 bjargingar); Duvnjak 2, Sostaric 8, Simic 1, Srna 1, Pavlovic 1, Mamic, Cindric 3, Lucin 4, Martinovic 2, Susnja 1, Sipic, Glavas 5/1, Jelinic 4, Nacinovic
- Bahrain: Isa (1/1 bjargingar), M. Ali (6 bjargingar); Eid, Alsamahiji, Rabia, Qambar, Kadhem, M. Ali, H. Ali, M. Alzaimoor, Abdulkarin, A. Alzaimoor, Khamis, Alfalahi, Abdulla, Alasheeri, Ahmed, Mohamed