Norrøna fer til Oslo við hondbóltsfjepparum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

– Til Oslo í januar í 2026 – vit eru við á ferðini. Soleiðis skrivar Smyril Line á Facebook.

Harvið er greitt, at Nørrøna fer til Oslo við hondbóltsfjepparum til norska høvuðsstaðin Oslo, tá ið føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla EM-endapæl í seinnu helvt av januar 2026.

Nørrøna bæði siglir viðhaldsfólkini til Oslo og verður hotellskip hesar dagarnar. Norrøna tekur umleið 1500 ferðafólk.

Væntandi fara túsundtals føroyingar til Oslo hesar dagarnar, og nógvir føroyingar hava longu bílagt gistingarhús í Oslo, og eisini er greitt, at ferðamannaskrivstovan 62Norður ferð at skipa fyri hondbóltsferð til Oslo.

Ferðaseðlar og atgongumerki verða sett til sølu 21. mai.