Norsku kvinnurnar í EM-finaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Norsku hondbóltskvinnurnar spældu seg við ?-? sigri í hálvfinaluni móti Ungarn í finaluna, sum verður spæld sunnudagin. Klokkan 19.45 í kvøld spæla Frakland og Danmark hini hálvfinaluna.

Noreg var frammanfyri allan dystin, men beint fyri hálvleik fekk Ungarn minka munin niður í 13-11.

Í seinna hálvleiki lat Noreg tó ongan iva verða um, at tær ætla sær at endurvinna evropeiska meistaraheitið.

Í málinum stóð Katrine Lunde ein rimmar dystin, og í hinum endanum gekk Henny Reistad fremst at skora mál. Noreg vann hálvfinaluna 30-22.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF