Norskur áleypari til HB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HB boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við norska áleyparan Jonas Enkerud.

34 ára gamli áleyparin spældi í fjør við Gnistan í bestu finsku deildini, har hann skoraði 6 mál í 27 dystum.

Áðrenn tað var hann fimm ár í HamKam, og spældi millum annað 48 dystir í bestu norsku deildini, har, hann skoraði fimm mál og legði upp til tvey. Annars hevur hann spælt mest í næstbestu og triðbestu norsku deildini.

Myndir: RS-media og HB