

NSÍ er fremst aftaná oddauppgerðina og tí hevur Michal Przybylski eina góða kenslu
03.07.2026Í NSÍ eru teir nøgdari við 0-0 javnleikin í oddauppgerðini við Løkin millum NSÍ og KÍ. Trý stig fremst á stigatalvuni, og tí hevur Michal Przybylski hjá NSÍ eina góða kenslu aftaná málleysa javnleikin. Michal Przybylski staðfestir tó ein rokaligan dyst í kvøld, har NSÍ í mun til stigatalvuna betri kundi brúka javnleikin. Undan báðum dystunum í Conference League undankappingini hevur Michal Przybylski hampuliga góðar vónir um báðar dystirnar móti maltesiska liðnum, Hamrun Spartans.
















