NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen var heimildarmaður hjá FM1 til dystin NSÍ-FC Suðuroy 3-1 (1-1). Hann heldur, at í seinna hálvleiki var so slettis eingin ivi um hvat var betra liðið í dag. Karstin staðfestir, at hevur stóran týdning at enda næstovast í Betrideildini um KÍ vinnur steypafinaluna á Víkingi. Tí tá sleppur liðið sum endar næstovast beinleiðis í annað undanumfarið í Conference League komandi summar. Mynd frá Summarfestivalinum: Sverri Egholm.

NSÍ-formaðurin: Annað plássið hevur stóran týdning
Skrivað
Dagfesting