Í kvøld klokkan 20.00 verður veruligt oddabrak í Runavík, tá ið NSÍ og KÍ bresta saman í stórdysti.
Bæði liðini hava fult stigatal eftir at hava spælt móti øllum hinum liðunum tey fyrstu átta umførini. Tað er neyvan hent fyrr í føroyskari fótbóltssøgu. Men í kvøld missir annað liðið ella bæði liðini stig.
Í Runavík er veruligur fótbóltsfepur eftir frálíku byrjanina upp á kappingarárið, og NSÍ hevur við Brandi Olsen á odda veruliga livað upp til tað, sum væntað var av teimum og meira afturat.
KÍ ætlar sær eisini heilt víst at vinna meistaraheitið aftur til Klaksvíkar, eftir at Víkingur stjól tað frá teimum í fjør. So lagt er upp til eitt brak í Runavík.
Í Gøtu er eisini stórdystur klokkan 18, tá ið uppaftur risnu víkingarnir taka móti illa særda HB-liðnum, sum skal royna at reisa seg við fyribils venjaranum, André Olsen við róðri.
Víkingur kann við sigri fáa veruligt samband við HB á triðja plássi, meðan HB umvent kann halda seg framman fyri Víkingi eina tíð aftur at við einum sigri.
B36 er klokkan 19.30 í Gundadali favorittur at vinna móti FC Suðuroy. Men B36 hevur verið nakað svingandi higartil hetta kappingarárið. Tað skal eisini havast í huga, at FC Suðuroy hevur staðið betri, enn tey flestu høvdu væntað, og serliga hevur tað hugtikið viðmerkjarar, at FC Suðuroy roynir at vera eitt lið, sum hevur bóltin.
Í Sørvági skal 07 Vestur royna at fáa gongd á kappingarárið, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan. Vágamenn eru niðast við bara einum stigi. Hinvegin hevur EB/Streymur staðið seg væl, og 2-1 sigurin móti B36 í Gundadali seinasta vikuskifti var teimum ógvuliga søtur.
Seinasti dysturin í 9 . umfari er í morgin. leygardagin klokkan 15.30. Tá vitjar B68 TB í Trongisvági. B68 er tvey stig framman fyri TB, so úrslitið í morgin hevur tí nógv at siga fyri støðuna í botinum, nú øll fara at hava spælt móti hvørjum øðrum.
9. umfar Betrideildin menn
Fríggjadagur 9. mai
- 18:00 – Víkingur – HB
- 18:30 – 07 Vestur – EB/Streymur
- 19:30 – B36 – FC Suðuroy
- 20:00 – NSÍ – KÍ
Leygardagur 10. mai
- 15:30 – TB – B68
Stigatalva Betrideildin menn
Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | NSÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 40 | 6 | 34 | 24 |
2 | KÍ | 8 | 8 | 0 | 0 | 30 | 3 | 27 | 24 |
3 | HB | 8 | 5 | 0 | 3 | 18 | 19 | -1 | 15 |
4 | B36 | 8 | 4 | 1 | 3 | 14 | 13 | 1 | 13 |
5 | Víkingur | 8 | 3 | 2 | 3 | 8 | 8 | 0 | 11 |
6 | EB/Streymur | 8 | 3 | 1 | 4 | 9 | 17 | -8 | 10 |
7 | B68 | 8 | 2 | 1 | 5 | 7 | 20 | -13 | 7 |
8 | FC Suðuroy | 8 | 2 | 0 | 6 | 3 | 16 | -13 | 6 |
9 | TB | 8 | 1 | 2 | 5 | 8 | 24 | -16 | 5 |
10 | 07 Vestur | 8 | 0 | 1 | 7 | 7 | 18 | -11 | 1 |