NSÍ skal hava nýggjan venjara næsta ár

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ boðar í dag frá, at sáttmálin við Jens Wedeborg ikki verður longdur. Hann verður tó verandi høvuðsvenjari restina av kappingarárinum.

Sáttmálin varð undirskrivaður í oktober 2023 og var fyri kappingarárini 2024 og 2025. Nú er greitt, at samstarvið endar við árslok.

NSÍ sigur, at vit hava eitt týdningarmikið 2. pláss at spæla fyri. Og tekniskt sæð er møguleiki fyri gulli, men so mugu klaksvíkingar bekla meira enn vanligt.

NSÍ takkar Jens fyri eitt gott samstarv. Í fyrsta árinum sum høvuðsvenjari tryggjaði hann felagnum pláss í Conference League. Samstarvið við starvsnevndina hevur verið fyrimyndarligt, og Jens hevur loyst sínar uppgávur sum venjari sera væl.

Starvsnevndin fer nú undir eina tilgongd at finna ein nýggjan høvuðsvenjara, sum kann byggja víðari á góða gongdin seinastu tvey árini.