NSÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við norðmannin Lars Markmanrud fyri kappingarárið 2025.
Harvið heldur NSÍ fram at styrkja seg til kappingarárið, og sær veruliga út til at ætla sær at bjóða av í toppinum í Betrideildini.
Verjukendi norðmaðurin er 23 ára gamal og hevur spælt við Jerv í triðbestu norsku deildini.
Áður frá 2020 til 2023 spældi hann sambært Transfermarkt 41 dystir í bestu norsku deildini.
Lars Markmanrud kann spæla í miðverjuni, á verjukenda miðvøllinum ella á høgra bakki. Hann hevur sínar styrkir við verjukenda spælinum, men er eisini góður og tryggur á bóltinum, sigur NSÍ.
NSÍ hevur eisini styrkt seg munandi til kappingarárið. Serliga tilgongdin av besta føroyska leikaranum seinastu árini, Brandi Hendriksson Olsen, hevur vakt ans.
Afturat honum eru eisini Aron Knudsen, Jann Benjaminsen, Michal Przybylski, Kevin Jablinski, Fabian Ness, Emil Weihe Joensen og Hassou Diaby Ndiaye komnir til NSÍ.
Hesa vikuna hevur Lars Markmanrud vant við NSÍ, og NSÍ vónar at síggja hann á vøllinum vikuskiftið.