,

Nú ber til at keypa atgongumerki til HM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltssambandið boðar frá, at nú fáast atgongumerkjapakkar til HM-dystirnar hjá kvinnnulandsliðnum til keyps.

Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna.

Føroysku kvinnurnar spæla innleiðandi umfarið í týska býnum Trier, dystirnir eru hesir:

  • Mikudagin 26. novembur Montenegro – Føroyar
  • Fríggjdagin 28. novembur Spania – Føroyar
  • Sunnudagin 30 novembur Føroyar – Paraguai

Føroysku atgongumerkini verða seld í trimum ymsum bólkum:

  • Kategori 2 79,00 € (Bólkur I)
  • Kategori 3 69,00 € (Bólkur H blátt)
  • Kategori 4 49,00 € (Bólkur H lilla)

Her sæst, hvar setrini eru

Gerast Føroyar millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund.

Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld. Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið nú mikudagin eisini. Hesi kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið. Atgongumerkini kunnu keypast ígjøgnum somu leinkju, sum til innleiðandi umfarið.

Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 3 99,00 € (bólkur 317)
Kategori 4 69,00 € (bólkur 318)
Kategori 5 49,00 € (bólkur 319)

Her sæst, hvar setrini eru

Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í S´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á.

Atlantic Airways skipar fyri beinleiðis flogferð til Trier tann 24. novembur. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 kr. Talan er um einvegis ferð til Trier. Hesir flogferðaseðlarnir koma til sølu seinnapartin í dag, mikudagin 11. juni. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, mugu fjepparar sjálvir skipa sína heimferð.