Okkara heimligu kappingar eyðnaðust væl. Veðrið hevur verið okkum til vildar, fyriskipanir hava riggað, og ikki minst fegnast vit um góða moralin, sum er millum rógvararnar. Hygg bara eftir myndunum, sum okkara myndamaður, hevur tikið og lagt á okkara Facebook vanga eftir hvørja stevnu, umframt góðu søgurnar á Instagram vanganum Faroese Rowing.
Føroyingar á danska landsliðnum
Sverri er byrjaður at kappast aftur. Hann hevur luttikið í EM og World Cup í summar við sera góðum úrslitum. Vit gleðast um hansara avgerð at rógva kapp á hægsta støði aftur.
Vár Guriardóttur Hansen, Zoe Elisabeth Dickson og Sára Maria Johansen eru fluttar til Danmarkar, har tær eru knýttar til Aarhus Roklub, DSR og KVIK. Tær hava allar verið ein partur av føroyska landsliðnum í inniróðri seinastu árini, har tær vunnu gullheiðursmerkir bæði til DM, EM og HM.
Vár og Zoe hava í summar kappast á danska landsliðnum í ávikavist fýra-mans og dupult skullara.
Vit fegnast um, at teirra ágrýtni hevur fingið tær á danska landsliðið. At vera útvaldar millum so nógv talent krevur eitt vist føroyskt ágrýtni.
Vár var úttikin til U23 landsliðið at kappast til VM, sum var í Plovdiv, Bulgaria í juni. Hon róði í BW4x (Scoller við fýra rógvarum) og tær endaðu á 12 plássinum samanlagt.
Seinasta vikuskiftið kappast Zoe í U21 í BLW2x (scoller við tveimum rógvarum) til EM í Krefeld, Týsklandi – har hon saman við Kristine róði seg til eitt flott 3. pláss eftir ein fantastiskan endaspurt.
Øll fýra halda framm við miðvísum venjingum og luttaka frammyvir í donskum og altjóða kappingum.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við øllum sigrunum.
Inniróður verður skipaður aftur í vetur
Inniróðurkappingar verða skipaðar sum Grand Prix kappingar, harav tann síðsta eisini er kapping um føroyameistaraheitið.
Fyrsta kappingin verður 30. september í høllini í Trongisvági, næsta 4. november í Vestmanna, triðja verður 9. desember og fjórða, sum eisini er um føroyameistaraheitið, verður 9. mars í høllini við Streymin.
Luttakarar melda til á heimasíðuni innirodur.rsf.fo
Eins og undanfarin ár, ætlar RSF at úttaka landslið at kappast til DM, EM og HM, sum verða í januar og februar mánað 2024.
Kelda: Róðrarsamband Føroya