Nú er stígur komin í fólkavøksturin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men tað er ikki líka nógv sum áður, tí fólkavøksturin seinasta árið er tann minsti síðan 2014. 

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni, sum vísa, at fólkavøksturin vaks við 383 fólkum frá 1. mai í fjør til 1. mai í ár.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá, so er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv árliga vøkstrinum á sumri í 2014.

Færri flyta til
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Meðan gongdin í fráflytingini hevur funnið eina meiri fasta legu seinastu mánaðarnar, er gongdin í tilflytingini framvegis spakuligt minkandi. 

Færri verða fødd 
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama.