Nú er uppskotið um fótleinkju sent tinginum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur nú sent eitt lógaruppskot í tingið, sum skal gera tað møguligt hjá føroyingum at sita stytri fongsulsdómar við hús.

Uppskotið leggur upp til, at tað í Føroyum eisini skal bera til at sita ein dóm við hús við elektroniskari fótleinkju, ella fótfjøturi, eins og tað ber til í Danmark.

Skipanin við fótleinkju inniber, at fólk, ið hava fingið fongsulsdóm minni enn seks mánaðir, kunnu í ávísum førum sleppa frá at sita dómin í fongslinum, men ístaðin sita dómin við hús í elektroniskari fótleinkju og undir strangum eftirliti av Kriminalforsorgini.

Neyðugt verður at søkja um loyvi at sita dómin við hús, og tað eru eisini treytir, ið skulu lúkast, áðrenn hetta verður játtað.

Millum treytirnar er, at viðkomandi røkir sítt arbeiði ella sína útbúgving samstundis, umframt at viðkomandi ikki ger nakað revsivert í tíðarskeiðnum.

Harumframt skal viðkomandi ikki fara av bústaðnum uttan fyri tær tíðir, sum kriminalforsorgin hevur ásett, og viðkomandi skal heldur ikki drekka ella taka rúsevni.

Í Danmark ber ikki til at sita ein dóm við hús, um dómurin er longri enn seks mánaðir. Men í Føroyum skal ein skipan setast í verk, har tað skal kunna bera til at sita dómin við hús, hóast hann er longri enn seks mánaðir. Hendan skipanin skal eftir ætlan setast í verk, tí í Føroyum er einki fongsul til at slúsa út fangar úr fongsulsskipanini, eins og tað er í Danmark.

Í hesum førunum er kortini treyt, at fangin hevur sitið ein triðing av dóminum, og at kriminalforsorgin metir, at fangin ikki ger sær dælt av skipanini.

Harumframt kann fangin í fyrsta lagi sendast til hús at sita dómin átta mánaðir áðrenn hann væntast at kunna verða royndarleyslatin.