Nú kann søkjast um endurgjald fyri ov nógv goldið í heilsutrygdargjaldi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Persónar, sum hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum frá 1. novembur 2014 til endan av 2023 og samstundis hava rindað í øðrum Norðurlandi, kunnu nú søkja um at fáa gjaldið endurgoldið.

Hetta verður gjørt sambært løgtingslóg, sum varð samtykt í mai í ár, og byggir á Nordisk konvention om social sikring, sum tryggjar, at borgarar ikki skulu rinda til sosiala skipan í fleiri enn einum landi.

Søkt verður umvegis Borgaragluggan. Freistin er 31. desembur 2025. Verður søkt um endurgjald fyri tíðina eftir 2023, skal umsóknin sendast beinleiðis til Heilsutrygd.

Í 2013 kærdi ein føroyingur, at hann hevði goldið dupult heilsutrygdargjald. Dómstólarnir staðfestu, at gjaldið var órættvíst, men Heilsutrygd helt fram at krevja tað inn, til tað í 2024 varð endaliga staðfest, at dupultgjalding ikki var loyvd.

Fyrr í ár var so ein serlóg samtykt , sum heimilar at endurrinda gjøld frá 2014 til 2023.

Umleið 1.293 persónar kunnu fáa tilsamans 22,3 milliónir krónur í endurgjaldi.