Nú nærkast fólkatalið av álvara 55.000

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fólkatalið í Føroyum var 54.903 fólk 1. mai 2025. Tað er ein vøkstur á 329 fólk ella 0,6 prosent samanborið við sama tíðspunkt í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Síðani 2014 er fólkatalið vaksið støðugt, og í 2019 var hægsti vøksturin, tá ið tað vaks við 1,8 prosentum. Seinastu árini er vøksturin minkaður, og í seinasta tíðarskeiðnum var hann javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting.

Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var 164 fólk, meðan nettoflytingin var 165 fólk. Í mun til fólkatalið gevur hetta eitt burðaravlop á 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eina nettoflyting á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk.

Hóast talið á deyðum vaks eitt sindur, var burðaravlopið framvegis størri, tí fleiri børn vóru fødd.

Nettoflytingin minkaði samanborið við undanfarna tíðarskeið, serliga orsakað av færri tilflytarum.

Fólkavøksturin var í talið serliga stórur í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av føroyingum búgva.

Av stóru kommununum vuksu serliga Nes og Sjóvar kommunur, sum báðar høvdu eina fólkavøkstur á meira enn trý prosent.

Skálavíkar kommuna hevði lutfalsliga óvanliga stóran vøkstur, tí fólkatalið vaks við heili 30 prosentum. Hinvegin sær ikki út til, at Sandoyartunnilin hevur ávirkað fólkatalið í stóru bygdunum í Sandoynni rætta vegin. Á Sandi stendur fóllkatalið í stað, meðan fólkatalið í Skopun er minkað við 2,1 prosentum.