,

Nú skal landið játta pening til Føroya Arena

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Almanna- og mentamálaráðið hevur nú sent uppskot um heimildarlóg til hoyringar um at lata 30 milliónir krónur til at byggja Stórhøll í Hoyvík.

Stórhøllin er á fíggjarlógunum fyri 2022 og 2023, har fimm milliónir eru settar til Stórhøllina á hvørjum ári, og ætlanin er at lata 10 milliónir krónur um árið í 2024 og 2025.

Sambært galdandi játtanarskipan krevst ein heimildarlóg, tá ið landið skal geva tilsøgn um stuðul yvir fleiri fíggjarár.

Umframt úr landskassanum fær Føroya Arena eisini 30 milliónir krónur í stuðli frá danska ríkiskassanum og 108 milliónir krónur frá Tórshavnar kommunu.

Restin av íløguni skal fíggjast frá grunnum og vinnufyritøkum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Samlaða íløgan fyri stórhøllina verður væntandi 217 milliónir krónur.

Føroya Arena er skipað sum sjálvsognarstovnur, sum skal bæði byggja høllina og umsita hana, tá hon er liðug og tikin í nýtslu.

Tórshavnar kommuna, Visit Faroe Islands, Ítróttarsamband Føroya og Vinnhúsið eiga nevndarlimirnar í Føroya Arena, og nevndin hevur skipað seg við Heðini Mortensen sum formanni.

Hinir nevndarlimirnir eru Annika Olsen, Bergur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Guðrið Højgaard.