Tá ið forfólkini í teimum seks politiskum flokkum á tingi, í dag hittast á fundi hjá løgmanni fyri at tosa um ríkisrættaarligu støðu Føroya, so er tað á einum góðum grundarlagi.
Flokkarnir hittust til almennan kjakfund í gjár. Ein fundur, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri.
Nú er tað sjálvandi ikki alt, sum verður sagt á einum almennum fundi, men eftir tí sum kom fram, so eru allir flokkar sinnaðir til at gera broytingar í Føroya støðu í ríkisfelagsskapinum og tey eru eisini samd um, at allur avgerðarrættir, sum hevur við Føroyar at gera, eigur at liggja í Føroyum.
Aksel V. Johannesesn, løgmaður, segði á fundinum, at hann metir, at danska stjórnin eisiini er sinnað at finna eina loysn, sum kanska endar við at vit fáa okkurt, sum kanska kann kallast ein ríkjafelagsskapur millum trý lond – tó alt eftir hvørja loysn Grønland velur.
Á funddinum var sagt, at miða verður eftir at gera ina føroyska semju um, hvat vit ynskja, áðrenn ríkisfundurin verður hildin í Føroyum í juni.