Nú skulu enn fleiri íbúðir byggjast á Argjum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tórshavnar kommuna hevur nú lýst trý øki aftrat oman fyri Argjahamar til sølu til byging av ávíkavist íbúðum og raðhúsum, og freistin at lata inn tilboð upp á lendini er 25. Oktober í ár.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan fyri part av matrikli 256 oman fyri Argjahamar, og í vár beyð Tórshavnar kommuna fyrsta økið út til bygging av íbúðarhúsum.

Í summar varð næsta økið boðið út til bygging av íbúðarhúsum við vinnuligum virksemi í niðaru hæddunum, og nú verður so farið undir at bjóða út trý øki aftrat.

Talan er um eitt øki til íbúðarbygging, sum er 2571 fermetrar, og tvey øki til raðhúsabygging, sum tilsamans eru 8073 fermetrar til støddar.

Meira er at lesa um økini og útboðið á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.