FM1 hitti Janu Mittún á tíðindafundinum hjá kvinnulandsliðnum hósmorgunin.
Jana Mittún heldur, at fyrireikingarnar hava verið ein long og góð tíð. Tað hava verið nógvar venjingar og nógv annað á skránni. Men nú verður gott at koma í gongd.
Um dystirnar móti Svøríki, sigur spælskiparin soleiðis:
– Eg haldi, at vit hava spælt tveir fínar dystir. Men vit hava eisini fingið eina mynd av, hvussu tað gongur, tá ið vit gera nógvar feilir.
– Vit gjørdu í so nógvar feilir í báðum dystunum, og tað revsaði Svøríki skjótt. Tað verður nokk eisini nakað av tí sama, vit koma at møta í morgin og framyvir. Vit hava eisini fokuserað nógv upp á, at vit skulu vera betri við bóltinum og gera færri feilir.
Um venjingarnar sigur Jana Mittún soleiðis:
– Eg haldi, at vit fingu roynt nakrar uppstillingar bæði í verju og álopi, sum vit kunnu taka við til komandi dystirnar.
Og so hava vit arbeitt við 5-1 verjuni og við at fáa 7 móti 6 yvirtalið at sita betri, so vit eisini kunnu brúka tað. Vit hava ikki brúkt 5-1 verjuna so nógv, men tað er umráðandi at hava fleiri verjuformationir, um tann eina ikki riggar.
Jana Mittún greiðir eisini frá, at tær hava sæð video av Sveis, og hava fingið eina fatan av, hvørjum plássum tær eru sterkar á.
Um tað at skula spæla frammanfyri 6000 áskoðarum móti heimaliðnum, sigur Jana Mittún soleiðis:
– Vit hava fokuserað upp á ikki at fokusera upp á umstøðurnar, men heldur hava fokus upp á okkara uppgávu. Men vit vita ikki ordiliga, hvussu tað verður fyrr enn vit standa í tí. Men tað veður feitt.
At enda sigur Jana Mittún, at hon væntar, at føroysku áskoðararnir fara at hoyrast, og tað gleða tær seg til.