Nú verður lýggjari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir umleið tvær vikur við kulda og kava boðar Veðurstova Føroya frá lýggjari veðrið. Sum heild verður eisini meira vindur og ælaveður komandi dagarnar.


Í dag

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, út á dagin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og lutfaldsliga turt, í kvøld okkurt ælið. Hitin millum frostmarkið og 4 stig, í kvøld lýggjari, millum 3 og 7 stig.

Sunnudagur

Sunnudag fyrrapart frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og lutfaldsliga turt, men sum frá líður veður samdrigið og regn vestaneftir. Hitin 4 til 7 stig.

Mánadagur

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi til frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, tó sum frá líður klárnar. Hitin millum 7 og 10 stig.

Týsdagur

Frískur vindur upp í strúk av vestri 8 til 13 m/s, seinni vaksandi til hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig.

Mikudagur

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum stormur, 23 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.