Nummarplátur tiknar í nátt

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Listin, sum Akstovan sendi til løgreglustøðirnar kring landið, var langur, men nú minkar hann so hvørt, tí antin verða vegskattaeftirstøður og annað, ið manglar, goldið av teimum, sum eiga akfør, men eisini tí at løgreglan er úti og klippir nummarplátur

Løgreglan var aftur úti í nátt og tók nakrar nummarplátur, og tað bleiv til fimm sett av nummarplátum, ið vórðu kliptar av.

Eigarin av akfarinum, sum hevur mist nummarpláturnar, kunnu skráseta akfarið aftur, eftir at vegskattaeftirstøðan er goldin.