Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ iðrar seg um tvey mist stig
18.09.2026Aftaná 2-2 (2-1) javnleikin hjá KÍ móti Skála ÍF á heimavølli fekk Brynjar J. Poulsen orðið á nýggja høvuðsvenjaran hjá KÍ, Fróða Benjaminsen. Fyri Fróða er talan um stórt vónbrot, at mongu málmøguleikarnir hjá KÍ ikki bóru til sigurs. Men Fróði staðfestir, at Skála ÍF arbeiddi júst so hart sum hann hevði væntað. Fróði fegnast um ein landsliðssteðg upp á tríggjar vikur, har hann fær betri arbeitt við hópinum aftaná brádligu starvssetanina fyri stuttum.