Alt millum himmal og jørð kann henda, tá ein lesur lívfrøði, og tað ásannaðu lesandi á Náttúruvísindadeildini hesa vikuna, tá tey vóru kanningarferð í Sandoynni
Tey kalla tað feltskeið, og tey lesandi settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.
Í fellunum, ið vóru kannaðar mikudagin, funnu tey varð funnin nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hetta slagið, ið kallast Dyschirius, er ikki funnið í Føroyum áður.
Enn hava tey ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.
Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.
Fleiri myndir koma seinni, tá tey við vissu hava staðfest slagið.

Lesandi á Náttúruvísindadeildini á lívfrøðiligari kanningarferð í Sandoynni
Hendan kanningarferðin verður skipað í samstarvi við Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini um skordýr. Hendan nýggja klukkan, sum funnin er, verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar.
Til ber enn at søkja um lestrarpláss á lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.
Umsóknarfreist er á midnátt 1. juli.
Lesið meira um tað her.
Kelda: setur.fo