

Nýggj loftsmyndabók komin út
02.11.2023Tyrluskiparin og myndamaðurin, Andreas Mouritsen, sum áður hevur givið út myndabøkurnar: “Á Veingjum” og “Á Veingjum II” gevur nú sína triðju myndabók út, sum nevnist “Á flogi”. Talan er í stóran mun um loftsmyndir, sum eru tiknar úr tyrlu. Myndabókin hjá Andreasi varð løgd fram í Gallarí Williamsstovu í gjár, mikudagin 1. november, og Heri Simonsen frá FM1 var ein túr framvið Williamstovu í gjár:
