Ein ráðgevandi nevnd er sett, ið skal ráðgeva landsstýrisfólkinum í at útluta stuðulsjáttan til menningarverkætlanir í altjóða høpi.
Tað skrivar Løgmálaráðið.
Nevndarlimirnir vórðu tilnevndir við atliti til javnstøðupolitikkin hjá landsstýrinum um javnstøðu tvørtur um kyn og aldur og við støði í fakligum ymiskleika, sum fevnir um teir geirar, ið oftast eru karmur um umsóknir til landsstýrið.
– Fakligu tilknýtini hjá nevndarlimunum fevna tískil um útbúgving, fiski- og alivinnu, vernd og minnilutabólkar, fólkaheilsu og tilknýti til føroyskar hjálparfelagsskapir, skrivar ráðið.
Nevndin skipaði seg soleiðis á fyrsta nevndarfundinum 17. apríl 2024:
- Ann Hermansdóttir, næmingaprestur, forkvinna.
 - Óli P. Wolles, útbúgvingarleiðari og vararektari á Miðnámi á Kambsdali, næstformaður.
 - Ingvard Fjallstein, fólkapensjonistur og fyrrverandi ráðgevi á Umhvørvisstovuni, nevndarlimur.
 - Monika Mohr, fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum, nevndarlimur.
 - Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar, nevndarlimur.
 
Ráðgevandi nevndin verður, sambært løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv, tilnevnd fyri fýra ára skeið.



