Ein kanning av trimum skipum í flotanum hjá Varðanum vísir at nýggj skip spara í miðal 10 prosent í brenniolju samanborið við eldri skip.
Kanningin er gjørd við støði í trimum skipum sum vórðu ella verða endurnýggjað, teirra millum Finnur Fríði. Har framgongur millum annað at tann eldri Finnur Fríði í 2022 brúkti umleið 20,9 milliónir litrar av olju, meðan tann nýggi væntandi brúkar nærum hálva millión litrar minni um árið.
Siga vit at prísurin á brennioljuni til skipini hevur ligið um fimm krónur liturin í miðal, so sæst skjótt at her er talan um sparingar upp á 2,4 mió. kr. bara fyri eitt uppsjóvarskip.
Um síni høvuðsatlit í samanhanginum sigur Varðin at felagið vil “raðfesta nýggja tøkni sum kann minka um útlátið, samstarva við áhugapartar og seta í verk sterkar eftirlits- og fráboðanarskipanir.”
“Mett verður at motorarnir í nýggju skipunum í miðal brenna í minsta lagi 10 prosent minni olju” í mun til tey eldru skipini, verður víðari sagt.
Kanningin hjá Varðanum umfatar tvey onnur fiskiskip, sum eisini verða endurnýggjað men enn ikki eru leverað.