Frá mánadegnum 2. oktober og fram til páskaferiuna komandi ár fer DJ Stearin alias Inga Laksáfoss Simonsen hvønn mánadag klokkan 17.15 at skipa fyri einari tónleikasending við 1970-ara, 1980-ara og 1990-ara tónleiki, ið hon nevnir HIN ØLDIN. Í Hinari Øldini mánadagin 2. oktober klokkan 17.15 verður tónleikaárið 1979 evnið hjá DJ Stearin í fyrstu sendingini.
