Nýggj ventilatiónsskipan endurnýtir hitan

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Nú í summar verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp til svimjihylin á Toftum.

Við hesi nýggju skipanini fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl av orku verður spart, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Seinnu árini eru fleiri dagføringar gjørdar í svimjihylinum, og síðan 12. juni hevur svimjihylurin á Toftum verið stongdur vegna dagføringar.

Arbeiðið, sum Hans Hilmarsson Hansen hevur ábyrgdina av, gongur eftir ætlan, og svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur við skúlaársbyrjan í august, skrivar Nes kommuna.