Nýggja heildarverkætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum handað

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tilgongdin við hesi nýggju heildarverkætlan hevur meira enn eitt ár á baki. Hon byggir á eftirmeting av arbeiðinum av heildarverkætlanunum: Harðskapur í parlagi og nærsambondum fyri árini 2012-2016Heildarætlan um kynsligan ágang fyri árini 2016-2020, umframt Harðskapskanningin frá 2020, sum varð løgd alment fram í mai 2021.

Arbeiðsbólkurin varð mannaður fyrstu ferð í november 2022, men arbeiðið varð steðgað, tá val varð útskrivað. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, tók tó alt fyri eitt fatur aftur á hesum arbeiði, og fekk í februar undirtøku í samgonguni til at halda á við arbeiðinum.

Fýra av stjórnarráðunum hava staðið fyri  arbeiðinum, umboðað við hesum landsstýrisfólkum:

  • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
  • Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
  • Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
  • Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í arbeiðsbólkinum, sum fór til verka í februar í ár, eru:

  • Anna Katrin Matras, fulltrúi, Almanna- og mentamálaráðið, verkætlanarleiðari av Sig frá og forkvinna í arbeiðsbólkinum
  • Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi, Løgmálaráðið
  • Høgni V. Warberg, fulltrúi, Barna- og útbúgvingarmálaráðið
  • Kristianna Balle, fulltrúi, Heilsumálaráðið

Afturat arbeiðsbólkinum hevur verið knýttur ein politiskur fylgibólkur, við umboðum úr øllum flokkum. Umboðini eru hesi:

– Javnaðarflokkurin                      Hans Jacob Thomsen
 – Fólkaflokkurin                          Elsebeth Mercedes Gunnleygdóttur
 – Tjóðveldið                                Lilja Weihe
 – Sambandsflokkurin                  Johan Dahl    
 – Miðflokkurin                            Steffan Klein Poulsen
 – Framsókn                                 Sólvit E. Nolsø

Hetta tíðarskeiðið, ið arbeiðsbólkurin hevur virkað, hevur í fyrstu syftu verið arbeitt við at fyrireika tilgongdina. Í tíðarskeiðinum mars-apríl 2023 hevur verið skipað fyri hoyringum við heili 32 partar. Talan hevur m.a. verið um partar á útbúgvingarøkinum, fakligheitir frá stovnsøkinum, heilsuøkinum, kommunala økinum, undirvísingarøkinum og við felagsskapir, ið hava eitt markamót beinleiðis til harðskapsøkið og føroysku harðskapsfakligheitina. Tað er í framhaldi av hesum, at hetta tilmælið við 20 átøkum er fyrireikað.

Samanumtikið byggja átøkini í hesi heildarverkætlanini víðari á bæði væleydnaðu royndirnar frá fyrru heildarverkætlanunum, á royndir, ið virksemið í Kvinnuhúsinum hevur ment innan  harðskapsøkið í Føroyum, eins og frá royndum frá harðskapsøkinum uttanlands.

Tiltøkini eru skipað undir fimm høvuðsøkir:

  • Fyrsta økið, At upplýsa og fyribyrgja harðskapi, leggur seg eftir at fyribyrgja harðskapi við upplýsingarátøkum. Átøkini venda sær til børn, ung, vaksin og til útlendskar kvinnur.
  • Annað økið, Átøk, sum stuðul til harðskapsrakt, fevnir um átøk, sum í stóran mun skulu styrkja og menna verandi arbeiði innan harðskapsfakligheitina í Føroyum, eitt nú við at lógartryggja verandi mannagongdir, tilboð og tænastur hjá Kvinnuhúsinum.
  • Triðja økið, Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar, hevur serligt fokus á at fáa ment samstarvið millum geirar, sum hava markamót til harðskapsøkið. Ein týðandi partur er her at fáa ment eitt mál um harðskap, sum ger tað møguligt at seta orð á harðskapin við øllum hansara brigdum.
  • Fjórða økið, Átøk at lætta um atgongdina til hjálp í sambandi við harðskapin, er grundað á eitt ynski frá nógvum av hoyringarpørtunum, sum vísa á tørvin á at skipa “inngongdina” til harðskapsøkið í eina Hjálparlinju/hotline-skipan við harðskapsfakligum førleika, sum er ætlað bæði harðskapsraktum, teirra avvarðandi, fakfólki og fremjarum.
  • Fimta økið, Átøk at stuðla vísindaligum kanningararbeiði innan harðskapsøki, er nýtt í føroyskum høpi, men er grundað á royndir frá grannalondunum um at raðfesta og menna vísindaliga partin av harðskapsfakligheitini.

Tiltakið verður í Almanna- og mentamálaráðnum, Eirargarður 2,
í fundarhølinum við móttøkuna, mánadagin 28. august 2023 kl. 14
.

Ver vælkomin!