Nýggja kappróðrarneystið í Gøtu reist

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan 16 verður reisigildi í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu.

Rógvarnarnir í róðrarfelagnum Tindi rógva sum nú er innróður í einum høli í Leirvík um veturin. meðan bátarnir rógva á Gøtuvík.

Tríggir bátar standa í einum neysti í Norðragøtu, meðan hinir fýra standa í bingjum á havnalagnum.

Nýggja neystið fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til sjey bátar.

Eysturkommunu samtykti í mai at byggja hetta nýmótans neyst, og í septembur varð spakin settur í.

Kappróðrarfelagið Tindur, sum varð stovnað í 2017, hevur ment seg til at verða ein týðandi partur av kappróðrarsamfelagnum í Føroyum. Í 2022 hevði felagið umleið 200 limir, og kvinnumanningin á Leikalind vann gull á Sundalagsstevnuni, sum var fyrsta gullheiðursmerki felagsins.

Róðrarfelagið Tindur eigur hesar bátarnar:

  • Knúkur (5-mannafar)
  • Tindur (6-mannafar)
  • Leikalind (5-mannafar)
  • Bláni (5-mannafar)
  • Geytin (5-mannafar)
  • Sjóherji (6-mannafar)
  • Gøtu Tróndur (8-mannafar)