Hetta skrivar Nationalbanken í eini tíðindaskrivi.
Frammanundan var kent, at krónan hevði eitt portrett av kongi Frederik á aðrari síðu og drotning Margrethu á hinari síðu.
Portrettini eru gjørd av myndahøggaranum Eva Hjorth.
Á síðuni við portrettinum av kongi Frederik stendur ‘Frederik X – Danmarks konge – 2024’ og niðanfyri stendur kongins valsprák: ‘Forbundne, forpligtet, for kongeriget Danmark’.
Á síðuni, sum vísir portrettið av drotning Margrethu, stendur ‘Margrethe II – Danmarks dronning’. Niðanfyri standa dagfestingarnar 14. januar 1972 og 14. januar 2024.
Hetta eru ávikavist dagurin, tá hon varð útnevnd sum drotning, og dagurin fyri hennara fráfaring.
Krónan er framleidd sum ein 20-króna. Hon verður sett í vanligt umfar fyrst í novembur.
Tilsamans eru ein millión trónskiftiskrónur framleiddar.
Krónan er gjørd av aluminiumbronsu. Hon er samansett av 92 vektlutum úr kopar, 6 vektlutum úr aluminium og 2 vektlutum úr nikkel, upplýsir Nationalbankin.
Hon er 27 millimetrar í tvørmáti og vigar 9,3 gramm.
Tað er siðvenja, at Nationalbankin gevur út minniskrónur í samband við hendingar í kongshúsinum.
Tað kann vera til dømis trónskifti, eitt stjórnarjubilæum ella eitt brúdleyp.
Líkasum vanligar 10- og 20-krónur hava tær eitt portrett av ríkisstjórnaranum á aðrari síðu.
Munurin frá vanligum krónum er, at minnis-krónurnar eru gjørdar til eitt serligt høvi.
Seinast, ein trónskiftiskróna varð útgivin, var í 1972, tá drotning Margretha tók við trónuni eftir pápa sínum.
Í seinna hálvári av 2025 koma fleiri nýggjar krónur. Á teimum er sitandi ríkisstjórnari, kong Fríðrikur, portretteraður.
Kongsins monogram skal eftir ætlan prýða 1-, 2- og 5-krónuna, meðan 10- og 20-kronan prýast við hansara portrett.