Arbeiðið at útbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali alment liðugt, og Articon hevur avhendað hølini til Eysturkommunu.
Articon og Eysturkommuna hava undirskrivað avhendingarskjal, sum merkir, at Articon nú er liðugt við byggingini.
Bygningurin er 28 metrar langur og 10 metrar breiður, allur í einari hædd.
Farið var undir arbeiðið 19. juni í fjør, og hóast verkfall og summarfrítið hevur arbeiðið gingið sera væl. Hálvan septembur vóru elementini liðug og uppsett, og hálvan oktobur byrjaði inniarbeiðið.
Eftir er bert at seta leysa innbúgvið upp, áðrenn hølini verða klár at taka í nýtslu. Allir borgarar verða boðnir til móttøku, tá hølini eru endaliga klár.



