Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug og verður alment tikin í nýtslu leygardagin 17. Juni, tá landsliðið hjá monnum tekur ímóti Kekkia í EM-undakappingardysti á Tórsvølli.
Hetta sigur Fótbóltssambandið í dag.
Gamla ljósskipanin á Tórsvølli var frá 2011, men ljósini í henni vóru nú so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, sum verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
Harumframt var eisini nakað av ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.
Tað er Musco Lighting, sum er veitari av nýggju ljósunum. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er um 11 milliónir krónur.