,

Nýggja stjørnuskotið hjá Arsenal

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 18. september 2022 førdi Arsenal 3-0 ímóti Brentford og yvirtíðini varð Ethan Nwaneri skiftur inn fyri Fabio Vieira. Ethan Nwaneri var tá bert 15 ár og 181 dagar gamalur og tók Premier League-metið frá Harvey Elliott, sum var 16 ár og 30 dagar gamalur, tá ið hann spældi allarfyrsta dyst fyri Fulham. Nwaneri tók eisini metið frá málmanninum hjá Sunderland, Derek Foster, sum var 15 ár og 184 dagar gamalur, tá ið hann fekk sín elddóp í 1964 tann 22. august ímóti Leicester City.

Fótbóltsskúlin hjá Arsenal hevur skúlað fleiri ungar leikarar, men tað haldførið hevur ikki verið sum hjá Tony Adams, Ashley Cole, Andy Cole, Ray Palour, Paul Davis, Graham Rix, David O`Leary, Martin Keown, Michael Thomas, David Rocastle og Paul Merson. Hinvegin rúmar hópurin í dag ungar leikarar sum Bukayo Saka, Reiss Nelson og Jack Porter, sum allir eru evnaríkir.

Ethan Nwaneri var føddur 21. mars 2007 og byrjaði longu sum 8 ára gamalur í fótbóltsskúlanum hjá Arsenal. Hann var bert 14 ár, tá hann spældi við U18 og 15 ár, tá hann spældi við U21. Í landsliðshøpi hevur hann valt at umboða Ongland, hóast foreldrini eru úr Nigeria. Hann var bert 14 ár, tá hann spældi við U16-landsliðnum og beinanvegin varð hann tikin við á U17-landsliðið. Nú spælir hann á U19-landsliðnum.

Hann hevur sera góðan bóltførleika, er vinstrabeintur og yndisplássið er 10’arin, men hann kann eisini spæla longri afturi á vøllinum, tí hann er raskur, tekur ábyrgd og dekkar eitt stórt arbeiðsøki, tá ið vit hugsa um, hvat fyri leikari hann er.

Evnaríki leikarin hevur longu skotið mál á besta liðnum hjá Arsenal. Trý mál ímóti ávikavist Bolton Wanderers og Preston North End í League Cuppini, meðan hann skoraði fyrsta Premier League-málið 23. november í 3-0 sigrinum á Nottingham Forest, tá ið hann varð settur inn á vøllin í 82. minutti.

Væntað verður, at Ethan Nwaneri fær nakrar dystir afturat, tí Bukayo Saka er skaddur fram til mars mánaða.