Í kvøld vann Týskland ein lemjandi 5-1 sigur á Skotlandi og Jamal Musiala økti til 2-0 við einum frálíkum máli.
Jamal Musiala var føddur 26. februar 2003 í Stuttgart í Týsklandi. Pápin er úr Nigeria og mamman er týsk av pólskum uppruna. Tey fluttu til Onglands, tá Jamal var bert 7 ára gamal, har hann byrjaði hjá Southampton, men bert fýra mánaðir seinni sendi Chelsea boð eftir honum. Teir bjóðaðu honum uppihald á teirra fótbóltsskúla og tað kundu tey ikki siga nei takk til.
Hann spældi við London-felagnum í heili 8 ár, har hann spældi saman við m.ø. Valentino Livramento, Leo Cast Ledine og Myles Peart-Harris. Hann var bert 13 ár, tá Ongland lat hann spæla á U15-landsliðnum og 14 ár, tá hann spældi á U16-landsliðnum, men Týskland ynskti eisini ein bita av kakuni og úttók hann eisini til U16-landsliðið.
Bæði londini ynsktu sjálvandi at knýta leikaran í framtíðini, men Nigeria og Pólland kundu eisini koma upp á tal. Týskland dró longra stráið, hóast Jamal eftir øllum at døma hevði nevnt møguleikan 80/20 fyri heldur at umboða Ongland.
Veturin 2020 spældi hann nakrar U21-landsdystir fyri Ongland saman við Ben Godfrey, Oliver Skipp, Tom Davies, Curtis Jones og Hudson-Odo, men týski landsliðsstjórin, Oliver Bierhoff, royndi ótroyttiligur at sannføra Jamal og foreldrini, sum hann fleiri ferðir vitjaði.
Tað gekk strúkandi hjá Jamal í Chelsea og tí kom tað sum ein stórur skelkur, at Jamal saman við liðfelaganum, Bright Arrey-Mbi, sum eisini er týskur/onglendingur, skifti til fótbóltsskúlan hjá týska stórfelagnum Bayern München.
Skifti til Bayern München setti veruliga ferð á. Hann spældi nakrar dystir fyri U19-liðið, flutti upp á eykaliðið og stutt eftir á fyrstaliðið. Har gjørdist hann ynskti leikarin nakrantíð hjá Bayern München, tá Hansi Flick gav honum fyrsta dystin 20. juni 2020 ímóti Freiburg. Jamal var bert 17 ár og 125 dagar.
Í setanardystinum í kappingarárinum 2020-21, har Bayern München snøgt sagt vant burtur úr Schalke 04 og vann 8-0, varð Jamal skiftur inn, tá 20 minuttir vóru eftir at spæla fyri Serge Gnabry. 11 minuttir seinni sendi Robert Lewandowski bóltin til Jamal, sum sostatt skoraði seinasta málið í dystinum. Tá gjørdist Jamal eisini yngsti málskjúttin nakrantíð hjá Bayern München. Hann var 17 ár og 205 dagar. Stutt eftir gjørdist Jamal yngsti málskjúttin hjá Bayern München í europeiskum fótbólti, tá hann var 17 ár og 227 dagar, tá ið hann skoraði ímóti Lazio.
Jamal var úttikin til EM 2020 og hann gjørdist yngsti týski leikarin nakrantíð í einum týðandi endaspæli, tá ið tann 23. juni spældi í 2-2 javnleikinum ímóti Ungarn. Jamal legði eisini upp, tá Leon Goretzka javnaði til 2-2 og sendi Týskland víðari til áttandapartsfinaluna. 11. oktober 2021 skoraði hann fyrsta landsliðsmálið bert 18 ár og 227 dagar. Bara Marius Hiller var yngri, tá ið hann skoraði sum 17 ár og 241 dagar í 1910.
Hann sær spælið sum fáur, dugir væl at velja pláss, tíð og stað, og so sparkar og dribblar hann nærum líka væl við báðum beinum.