Vetrarskráin í Kringvarpinum er byrjað, og eins og undanfarin ár er nógv tilfar á skránni – bæði nýtt og gott gamalt. Tú kanst hugdýpa teg í poddvarpsrøðum, lata teg kveikja av dokumentarsendingum ella bara murra við til góðu rútmurnar í útvarpinum. Og alt kringvarpstilfarið er altíð tøkt á kvf.fo og á fleiri øðrum pallum.
Nýggjar sendingar í útvarpinum
Í útvarpsskránni eru fýra nýggjar sendingar hesa vetrarskránna. “Vágskálin” er ein teirra. Talan er um eina ummælarasending, ið byggir á forvitni og upplýsing, har ymiskt mentanarligt tilfar verður ummælt, eitt nú bøkur, filmar, leikir og list. “Vágskálin” verður send mikudagar eftir tíðindini kl. 17.00.
Gott tilfar verður hvønn leygardag fyrrapart. Frá kl. 10-12 fara vertirnir Leif Láadal og Ingi Rasmussen, saman við skiftandi gestum og paneli, at taka saman um vikuna, ið fór, í nýggju sendingini “Vikan”. Talan er um eina hugnaliga leygardagssending, har huglagið er “kaffi og morgunbreyð við eitt sindur av djúsi afturvið”.
“Samværi” er nýggj røð, sum Dania O. Tausen og Beinir Bergsson leggja til rættis. Beinir og Dania, sum sjálv eru listafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list. Vertirnir tosa á jøvnum fóti við gestalistafólkini, og somuleiðis verða gestirnir bidnir um at seta seg inn í listina hvør hjá øðrum, soleiðis at samrøðan kann fara djypri inn í tilgongdir og smálutir.
Kringvarpið eigur at bróta upp úr nýggjum og bjóða av – eisini á átrúnaðarliga økinum. Í hesi vetrarskránni verður sendingin “Skrivað stendur” á skránni, har Kári Sólstein og Armgarð Arge eru vertir. Í kirkjuni eru tvær tekstarøðir, sum eru sunnudagsins prædikutekstir. Hvat siga tekstirnir? Hesi aldargomlu orð, eru tey nýtilig enn í dag? Eitt skiftandi panel mannað av fólki, sum eru kend í almenna rúminum, viðger tekstin. Umframt nýggju sendingina hevur tað siðbundna tilfarið framvegis sítt fasta pláss á sendiøkinum.
Fjølbroyttar dokumentarsendingar
Í sjónvarpinum er dokumentarur hvørt hóskvøld. Evnini eru fjølbroytt innan fyri mentan í breiðari merking – søgu, siðsøgu og samfelag. Í vetur kunnu vit m.a. gleða okkum til sendingina “Heim kæra heim” í trimum pørtum, har vit sleppa inn um dyrnar í níggju føroyskum húsum, sum eru vøkur og áhugaverd á ymiskan hátt. Eisini fara vit við Tórði Mikkelsen í Stóru Dímun.
Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs hava aftur sett sær fyri at kanna, hvat hendir, tá ið fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, verða sett saman at tosa um tað, sum er torførast at tosa um. Hetta er onnur sesong av røðini “Sært tú meg”.
Umframt føstu sendingarnar sendir Kringvarpið í hesi vetrarskránni eisini frá nógvum tiltøkum og hendingum. T.d. frá Vísindavøkuni, virðislønahandanum, føroyskum dansi, nýggjárskonsertini, ítróttakappingum, gudstænastum o.m.ø.
Børn og ung
Í sjónvarpinum verður sent hvørt kvøld við blandaðum tilfari. Millum annað fara “Smábørn” aftur at fáa smílini fram á børnunum, vit fara at sløkkja eldar saman við Sløkki Sam, og spurnakappingin “Hvør veit?” fyri børn, har eini 500 børn kappast í 10 pørtum, verður í sjónvarpinum 10 fríggjakvøld á rað. Í juni kunngjørdi Kringvarpið barna-appina VIT, har ein rúgva av góða sjónvarpstilfarinum er tøkt.
Í barnaútvarpinum eru søgur, prát og spennandi leikir. Vit leggja fyri við at hoyra um føroyskar ítróttastjørnur. Allar útvarpssendingarnar finnur tú á barnasíðuni kvf.fo/vit.
Ungdómssíðan BIIT.fo, har ung framleiða til ung, er framvegis virkin og væl vitjað, og ein rúgva av poddum, greinum og videotilfari eru tøk. Nógv umhildna Gentuvesið heldur fram á biit.fo, og eisini Vetrarbiit verður aftur henda veturin.
Alt tilfarið hjá Biit er at finna á biit.fo og á Spotify.