Nýggjárshálvmarathon útsett av kavaveðriðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ársins fyrsta rennikapping, Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon, sum eftir ætlan skuldi rennast nú leygardagin 4. januar, er útsett eina viku til 11. januar orsaka av kava.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Runnið verður sama veg sum í 2023 og 2024, tað vil siga frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir. Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.

Tað ber framvegis til at melda til kappingina – heilt fram til kappingarbyrjan.

Eins og í fjør verður serligt heiðursmerki latið til teirra, ið koma á mál í øllum fimm hálvmarathon-kappingunum í Føroyum í 2025. Tey eru Nýggjárshálvmarathon, FM í hálvmarathon, Tórshavn Marathon (bæði hálvmarathon og fult marathon telja við), Føroya Sunnasta og Føroya Vakrasta. Heiðursmerkini verða handaði eftir Føroya Vakrasta hálvmarathon.