Nýggjárshálvmarathon útsett til apríl

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskir rennarar fara at halda nýggjár fyrst í apríl. Tað er greitt, eftir at árliga nýggjárshálvmarathonið á Skálfjørðinum enn einaferð er útsett, hesaferð heilt fram til 5. apríl.

Frælsur ítróttur Føroyar skrivar, at kavin argar framvegis í Eysturoynni. Hóast vegirnir eru rímiliga svartir, er nógvur kavi í vegjaðaranum. Roysnið hevur tí avgjørt at útseta Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon av trygdarávum.

Nýggja dagfestingin er 5. apríl. Tá skuldi veðrið vónandi verið nógv betur. Og tað hevur eisini við sær, at enn fleiri fáa høvi at vera við – enn fleiri enn tey 109, íð higartil hava meldað til.