Nýggjur bjargingarbátur á Drelnesi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggjur skjóttgangandi bjargingarbátur var á móttøku í Bruna- & tilbúgvingarstøðini á Drelnesi. handaður felagstilbúgvingini hjá Fámjin, Hvalbiar og Tvøroyrar kommunum.

Báturin er av slagnum Valiant S750, við 250HK 2t motori. Hannn kann sigla upp til 50 míl og er útgjørdur við nýggjari nautiskari útgerð, samskiftisútgerð, radar, útbúnaði til sleip og bjarging.

Báturin verður staðsettur á Tvøroyri og kann skjótast flytast til grannabygdirnar, um tørvur er á tí.

At fáa ein slíkan bjargingarbát hevur verið eitt ynski leingi fyri at økja trygdina og minka responstíðina í bjargingartilburðum. Átaksleiðarin Anfinn Hammerfoss Leo er sera væl nøgdur við nýggja bátin, ið er væl røktur og sýnist sum nýggjur.

Nýggi báturin kemur at økja trygdina og minka responstíðina munandi, nú enn ein skjóttgangandi bjargingarbátur verður knýttur at tilbúgvingini.

Felagstilbúgvingin takkar Eysturkommunu fyri gott samstarv og vælvild. Báturin verður navngivin ein av næstu døgunum.


Myndin er frá móttøkuni á brandstøðini 1. februar. Frá vinstru: Gerorg Müller,  Gunnar Olsen, Fróði Mortensen, Eyð Eidesgaard, Poul Laust Christiansen, Anfinn Hammerfoss Leo, Kristin Michelsen og Hannis Thomsen.