Útlendingastovan hevur í samstarvi við Vinnuhúsið gjørt ein nýggjan faldara, sum skal geva útlendskum starvsfólkum í Føroyum týdningarmikla kunning.
Faldarin, nevndur Working in the Faroe Islands, leiðbeinir um arbeiðsloyvi, sáttmálar, bústaðir, skatt og heilsuverkið fyri at lætta um tilflytingina og arbeiðslívið í Føroyum.
Faldarin skal hjálpa útlendingum at skilja, hvørji rættindi og skyldur tey hava, og hvussu føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður. Fyri at stuðla teimum, sum flyta til Føroyar, er faldarin til taks hjá arbeiðsgevarum at senda til starvsfólk í setanartilgongdini, áðrenn tey koma til landið.
Høvuðspunkt í faldaranum:
- Innlit í fakfeløg, rættindi á arbeiðsplássinum, arbeiðstryggleika og arbeiðslógir.
- Kunning um umsóknartilgongdina, treytir og møguleikar fyri at endurnýggja loyvir.
- Kunning um at finna bústað, skráseting hjá kommununum, at stovna bankakontu og at brúka tænastur so sum Vangin.
Faldarin er ikki bert eitt praktiskt amboð, men eisini eitt týðandi stig fyri samfelagið at skapa eitt innbjóðandi umhvørvi fyri øll.