Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið boðar frá, at Fiskivinnuroyndirnar 2025 eru umskipaðar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.
Tvey sløg av stuðli eru nú. Ein millión krónur eru settar av til smærri verkætlanir, og góðar tríggjar milliónir til sonevndar flaggskipaverkætlanir.
Flaggskipaverkætlanir skulu vera bindandi samstarv millum vinnufyritøkur og granskingarstovnar, og skulu vera innan virðisøking, alt til lands, ella burðardyggan fiskiskap.
Umsóknarfreistin til hesar verkætlanir var seinast í apríl. Seks umsóknir komu inn, og stýrið mælir til at stuðla fýra verkætlanum:
Játtanir til Flaggskipaverkætlanir
Felag | Verkætlan | 2025 (Tús. kr.) | 2026 (Tús. kr.) | 2027 (Tús. kr.) |
---|---|---|---|---|
P/F JFK Trol | Optimering av framleiðsluni av fiskamjøli og fiskaolju til matna | 800 | 800 | 800 |
P/F Krossbrekka | Nýta uRNA at kanna útbreiðslu av uppsjóvarfiski | 515 | 590 | – |
FISF | Menna skipanir so innvigingarskipanir stuðla undir stovnsmetingar | 675 | 838 | 200 |
Sp/f Tari | Menning og framleiðsla av kostískoyti og virkismati úr marinari rávøru | 249 | 621 | 312 |
Samlað | 2.239 | 2.849 | 1.312 |
Hvat smærru verkætlanunum viðvíkur, so vóru 18 umsóknir. Har verður mælt til at stuðla fimm nýggjum verkætlanum, umframt eini framhaldandi.
Játtanir til smáar verkætlanir
Felag | Verkætlan | 2025 (Tús. kr.) |
---|---|---|
P/F Fofish/Norðfra | Virðisskapan av fiskavørum | 500 |
Sp/f Nípan | Menning av egningarskipan á landi | 200 |
P/F Varðin Pelagic | Gagnnýtsla av sildaroðslu | 150 |
Olaf Olsen Sundstein | Meirviðgerð av toskaryggjum | 220 |
Sp/f Sjógæti | Marknaðarføring av føroyskum fiski og fiskarættum | 100 |
Sjókovin | Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapur | 300 |
Landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, sigur, at mongu og góðu umsóknirnar í ár eru tekin um, at føroyska vinnan raðfestir nýskapan og nýmenning. Hann fegnast um nýggja leistin og vónar, at samstarvið millum vinnulív og gransking fer at geva góð úrslit.