Nýggjur nevndarformaður í P/F Net

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

P/F Net boðar frá, at Jakob Dirksen er nýggjur nevndarformaður í felagnum, eftir at Hákun Steingrímsson andaðist í síðstu viku, bert 61 ára gamal. Eykaaðalfundur varð hildin í gjár, og nevndin skipaði seg av nýggjum.

Jakob Dirksen er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan fjarskiftisvinnuna, millum annað sum leiðari hjá TDC NET í Danmark. Hann hevur staðið á odda fyri 5G-útbyggingum og fipurverkætlanum, og hevur áður verið ráðgevi hjá Føroya Tele. Jakob Dirksen hevur tí gott innlit í føroyska fjarskiftismarknaðin.

Nevndin í P/F Net er nú mannað við hesum limum: Jakob Dirksen, nevndarformanni), Mimi Steintórsdóttir, næstforkvinnu, Símun Skaalum, Gudny Langgaard, Rúni Árting, starvsfólkavaldur nevndarlimur og Niels á Reynatúgvu, starvsfólkavaldur nevndarlimur.

Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini hjá Føroya Tele, takkar Hákun Steingrímsson fyri hansara stóra íkast og sigur, at Hákun Steingrímsson verður mintur við virðing og djúpum takksemi. P/F Net skal framhaldandi tryggja neutralan og javnbjóðis atgongd til fjarskiftiskervið.