Fríggjadagin 7. mars klokkan 13.00 verður forvitnislig móttøka í Müllers Pakkhúsi, tá ið endabresturin av átakinum Nýskapan í ferðavinnuni er á skrá.
Seinastu sjey vikurnar hava átta spennandi ferðavinnuverkætlanir luttikið í átakinum, sum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað fyri.
Tær átta verkætlanirnar, sum fara at vísa síni úrslit fram í Müllers Pakkhús, eru:
Eyðun Egholm – Egholm tours
Pauli Joensen – Explorefaroes.fo
Anna Maria Østerø – Nólsoyarstova
Sabina Poulsen – Sabina Faroe Travel
Bára Joensen – Varmakeldugarðurin
Eirikur á Húsamørk – Húsamørk
Sólgerð Andreassen – Sansan
Michael Koba – The Meeting Company
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, bjóða vælkomin til henda hugnaliga seinnapartin. Harumframt kemur Rúna V. Højgaard, ið stendur fyri menningini av ferðavinnuhagtølunum á Hagstovu Føroya, at greiða frá ferðavinnuni í Føroyum í tølum.
Hugnaligi og kveikjandi seinnaparturin endar við ábiti afturvið góðum fríggjadagstónum frá s.h.e. octopussy. Høvið verður eisini at vitja básarnar, og síggja og hoyra meiri um spennandi verkætlanirnar hjá luttakarunum í Nýskapan í ferðavinnuni.