Visit Faroe Islands fer nú undir eitt nýtt og øðrvísi ferðavinnuátak, har ferðafólk skulu koyra sjálva – uttan at vita, hvagar leiðin gongur. Endamálið er at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferðafólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar.
Við 30 sergjørdum rutum skulu ferðafólk síggja fleiri av teimum minni kendu, men eins vøkru støðunum. Tað verða túrar, sum taka 3 til 6 tímar og ganga um 4 til 6 støð, eitt í senn, so tú ikki veitst, hvat bíðar handan næsta sving.
Marta Káradóttir, verkætlanarleiðari, sigur: – Vit biðja í veruleikanum bara ferðafólk um at sleppa teymunum eina løtu.
Skipanin byggir á Google Maps og virkar við QR-kotu. Tá ið ein hevur leigað bil frá 62N, skannar ein kotuna og fær GPS-leiðbeiningar til eina persónliga rutu við søgum, staðbundnari vitan og óvæntaðum steðgum.
Við hesum vónar Visit Faroe Islands at spjaða ferðafólk og minka um trýstið á kendu støðini.
Skipanin er ókeypis at brúka hjá øllum leigubilum. Einasta kravið er sum nevnt, at tann, sum leigar bilin góðtekur treytirnar og fylgir leiðbeiningunum.