Nýtt fongsul: Níggju kommunur bjóða seg fram

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Herfyri fingu kommunurnar í Føroyum høvi at bjóða grundstykki fram til eitt nýtt fongsul, nú varðhaldið í Mjørkadali í langa tíð hevur verið ótíðarhóskandi.

Tá løgmaður, Aksel V. Johannesen, helt sína løgmansrøðu á ólavsøku, so kom fram í røðuni, at níggju kommunur kring landið hava bjóðað seg fram at hýsa einum nýggjum fongsli.

Tær níggju kommunurnar eru: Tvøroyrar kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Nes kommuna og Eysturkommuna.

Landsstýrið hevur sent danska Løgmálaráðnum uppskotini, og nú skal støða takast til, hvar tað er best í landinum at byggja nýggja fongslið.

Endaligu avgerðina hava danskir myndugleikar, men landsstýrið er kortini við í arbeiðinum.

Tað var í fjør, at Føroya landsstýri og danska stjórnin undirskrivaðu avtalu um at byggja nýtt fongsul í Føroyum. Ein partur av avtaluni er, at landsstýrið skal koma við uppskotum um, hvar nýggja fongslið skal staðsetast.

Fongslið skal eftir ætlan standa liðugt í 2029.

Nýggja fongslið

Nýggja fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av. Í varðhaldinum í Mjørkadali sita sum meginregla bara persónar, sum hava fingið ein fongsulsdóm, ið er styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar fyri at sita dómin.

Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi. Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing, skrivar løgmálaráðið á heimasíðu sínari.