Í gjár var almenn móttøka á Skálagarði í Klaksvík í sambandi við, at tilboðið er latið upp. Áhugin var stórur, og umleið 200 fólk komu á gátt. Á skránni vóru røður og sangur, og møguleiki var eisini at síggja hentleikarnar í nýggja deplinum.
Skálagarður er nýggjur bú-, endurmenningar- og umlættingarstovnur, ið veitir heildartilboð til fólk við seinheilaskaða. Hetta er fyrsti depil av sínum slag í Føroyum.
Fólk hava møguleika at fáa fastan bústað, at búgva í eitt longri tíðarskeið eftir sjúkrahúsviðgerð ella at koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið. Umstøðurnar eru sera góðar, og í deplinum eru millum annað 15 íbúðir í ymsum støddum, felagshølir, venjingarhøli, sansarúm og vælverurúm við sauna og baðikari.
Á Skálagarði arbeiða starvsfólkini tvørfakliga við at varðveita og menna førleikarnar hjá fólki. Tey veita teimum stuðul og umsorgan í einum umhvørvi, sum stuðlar undir møguleikan hjá fólki at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív sum til ber, skrivar Almannaverkið á sínum Facebook-vanga.