Nýtt land fer at brúka evrur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bulgaria hevur seinnu árini verið eitt væl umtókt ferðamál hjá føroyingum, og næsta ár verður møguligt hjá føroyingum, sum fara til Bulgaria at ferðast at brúka evrur

Fíggjarmálaráðharrarnir í ES hava góðkent, at Bulgaria kann brúka evruna sum gjaldoyra frá 1. januar 2026.

Hetta er seinasta stigið í tilgongdini at gerast partur av evrusamgonguni, skrivar Reuters.

Umrokningarkursurin er roknaður út at vera 1,95583 bulgarskar lev fyri eina evru. Lev hevur verið undir gjaldoyraeftirliti síðan juli 2020, sum er eitt krav fyri limaskapi.

Tann evropeiski miðbankin staðfestir, at Bulgaria er klárt at leggja um.

Tá ið Bulgaria kemur inn í evrusamstarvið, eru seks ES-lond enn uttanfyri. Tey eru Danmark, Svøríki, Pólland, Kekkia, Ungarn og Rumenia.